(+298) 21 53 77

CRM -GRUNDSKEIÐ

Legg lunnar undir munadygga stýring av kundasamskifti.

Skeiðið gevur tær neyðugt innlit í hvussu ein skipan til stýring av kundasamskifti er ætlað at virka og hvussu tú nýtir hana til, at gera tín arbeiðsdag lættari og tíni viðskiftafólk glaðari.

YVIRBLIKK

Miss ongantíð bóltin

Savna alla tína kundavitan í einum stað og njót ágóðan av, at tú altíð veit svarið uppá spurningarnar: Nær? Hvar? Hvat? og hví?


Kontaktupplýsingar

Teldupostur

Avtalur

Uppgávur

Skjøl

...alt á sama stað

og til taks har tú er.

Á teldu, teldli ella fartelefon.

FRAMTÍÐARTRYGGING

Data eru til taks hjá øðrum

CRM tryggjar framhald í kundasamskiftinum. Nýggj sølufólk kunnu taka við kundum uttan at noyðast at byrja av nýggjum. Hettar tryggjar munandi betri nøgdsemi hjá kundanum.

SKIPAÐ SAMSKIFTI

Eingin gloymdur

Ríku møguleikarnir fyri at flokka viðskiftafólkini gera, at samskiftið er lættari og at eingin verður gloymdur.

 

SKEIÐLEIÐARIN

Hevur arbeitt við CRM síðan '97

Frank hevur arbeitt við CRM síðan 1997 og hevur arbeitt við fleiri ymiskum skipanum hesi tjúgu árini. Hann hevur eisini sjálvur forrita loysnir, tá standardloysn ikki rakk málinum. Sum kundasamskiftisfólk nýtir hann CRM skipanina eins og eitt roknskaparfólk nýtir bókhaldið. Frank viðmælir fegin eina skipan, men undirstrikar, at flestu skipanir eru betri enn einkið. Tað er hugsunarhátturin, ið fylgir við CRM ið ger stórsta munin.
Frank er royndur undirvísari við løttum og skemtiligum stíli.

 

Hesi evni verða viðgjørd

INNIHALD

"Leads"

KUNDAEVNI

Ein serligur máti at taka nýggj viðskiftafólk inn í skipanina,

"People"

PERSÓNAR

Tú samskiftir ikki við fyritøkuna, men við persón í fyritøkuni. Hettar setur serlig krøv til persónskrásetingar.

"Companies"

FYRITØKUR

Fyritøkan savnar upplýsingar ið eru skrásettir uppá teir persónar, ið hoyra undir fyritøkuna.

"Opportunities"

SØLUHØVI

Inntøkumøguleikar ið skulu fylgjast upp.

"Projects"

VERKÆTLANIR

Gevur møguleikan at binda fyritøkur og persónar saman í verkætlanir.

"Pipeline"

MANNAGONGDIR

Slóðbrótandi amboð til at skapa yvirblikk og framdrift í sambandi við sølu/projektarbeiði.

"Tasks"

UPPGÁVUSTÝRING

Tú kanst bæði skráseta framdar gerðir og leggja ætlanir fyri tí ið gerast skal framyvir.

"Mobile APP"

ARBEIÐ Á FARTELEFONINI

CRM á fartelefonini gevur tær møguleikan at arbeiða uttan teldu .

Ein online CRM skipan er vald til skeiðið. Skipanin er ókeypis til taks í 14 dagar og data kunnu útflytast og nýtast aftur um onnur skipan verður vald aftaná. Skeiðluttakarin skal hava teldu við og kunnað verður frammanundan um fyrireiking av egnum data til import í skipanina.