(+298) 21 53 77

PERSÓNLIG SKEIÐ OG COACHING

Við fokus á tín tørv og ynski

Tá annar parturin skal selja til hin, broytast fortreytirnar fyri samskiftinum munandi. Neyðugt er, at skyna millum privat og professionelt samskifti og virða tíð og tol hjá hinum partinum. 
Professionelt samskifti við sølu fyri eyga kann lærast. Góðir mentorar, skeið og hollar starvsroyndir hava lært meg hetta, Nú bjóði eg øðrum at njóta gott av hesi vitan. Bara um tú veit hvat ið munar, ber til at venja tað soleiðis, at tað munar mest møguligt, Hin vegin ber til at beina burtur tað ið ikki munar og soleiðis eisini betra um úrslitið.
Eg havi ment "Sálin í søluni" ið er ein leistur fyri júst hesum. Samstundis sum tú lærir teg munadyggastu amboðini at selja við, lærir tú eisini at lúka burtur tað, ið forðar fyri bestu úrslitunum. 
Tú lærir at leggja miðvísar arbeiðsdagar til rættis og at skipa títt søluarbeiði soleiðis, at røttu amboðini verða nýtt til røttu tíð. Telefonsamrøður og beinleiðis kundasamskifti hava høga raðfesting á skeiðinum.